Í gjár slepti UEFA einari bumbu. Tvífaldu ensku meistararnir verða ikki partur av evropeisku kappingum í 2020/2021 og 2021/20222.
Felagið hevur brotið nógv umtalaðu Financial Fair Play-lóggávuna hjá evropeisku fótbóltssamgongini, ið millum inniber at Manchester City hevur upplýst eitt ov stórt tal av inntøkum fra stuðlum. UEFA upplýsti eisini, at felagið eisini er dømt fyri ikki at samstarva við kanningararbeiði.
Manchester City hevur viðmerkt støðuna - felagið er vónbrotið, men dómurin loypir ikki hvøkk á. Dómurin verður eisini kærdur til Court of Arbitration for Sport. Hetta kann hava við sær, eins og mál við keypsbannið, at dómurin verður útsettur eina tíð, so at City kortini kann spæla í Champions League komandi ár.
Sum nú er, fellur fjórða Champions League-plássið til nummar fimm í Premier League, tí City allarhelst endar í topp-fýra. Í løtuni er uppflytarin Sheffield Unieted á 5. plássið. Dómurin gevur Tottenham, Wolves, Manchester United, Everton og Arsenal betri møguleika í stríðnum fyri at koma í Champions League komandi ár. City, ið er langt burtur frá fyrsta plássinum, kemur helst eisini at missa nøkur stig orsaka av dóminum.
Tíðindini hava skapt meira gitingar um Pep Guardiola, sum longu seinasta summar varð settur í samband við eitt skifti til Juventus. Um Champions League ikki longur verður ein gularót, er vandi helst fyri, at katalanski venjarin, sum kom til Onglands í 2016, søkir aðrar leiðir.
Kelda: Sky Sports
Fótbóltur
UEFA útihýsir Manchester City næstu tvey árini
Orsaka av álvarsligum brotum á Financial Fair Play sleppur enska felagið ikki at spæla í Champions League ella nakrari evropeiskari kapping komandi tvey árini.
Pep Guardiola hevur í seinastuni
2020-02-15 12:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald