Fótbóltur

Ultras farið í gongd at gera sendingar á Youtube

Fjepparafelagið hjá Víkingi hevur framleitt fyrsta videobroti; Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar eru gestir í "Ultras skútuni".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-07 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin hjá monnum og kvinnum, umframt 1.deild hjá monnum, fer í gongd í vikuskiftinum. Tað er stórur spenningur, nú fótbólturin aftur veruliga fer á rull kring oyggjarnar. 

Í Eysturkommunu hevur fjepparafelag hjá Vìkingi lagt sína fyrstu sending út á Youtube. Undir navninum "Ultras skútan" verða fleiri brot løgd út á síðuna, um ymiskt sum hevur við felagið at gera. 

Fokus verður mest á besta liðið hjá monnum. Í brotinum, ið kann síggjast omanfyri, verður prátað við liðformannin Atla Gregersen, og ein annan profil, Sølva Vatnhamar. Petur Asbjørn Lervig er vertur í fyrstu sendingini. Tað verða ymiskir vertir í Ultras skútini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder