Tríggir av fimm fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya, saman við nøkrum av fótbóltsfeløgunum skipar fyri á hvørjum ári, hava verið, og higartil hevur luttakaratalið verið uml. 450, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Vikuskiftið 28. og 29. juni varð skipað fyri fótbóltsskúlum í Gundadali í Havn, og á Svangaskarði á Toftum. Luttakaratalið í Havn var umleið 225, meðan talið av luttakarum á Svangaskarði var uml, 140. Og farna mánadag og týsdag var fótbóltsskúli á skránni Inni í Vika á Argjum, har eini 85 børn og ung luttóku.
Næsti fótbóltsskúli, sum FSF skipar fyri í ár, verður í Hólmanum á Eiði vikuskiftið 12. og 13. juli. Í døgunum 15. og 16. august er fótbóltsskúli á skránni á Dungasandi í Sørvági.
Enn eru nøkur pláss eftir á hesum fótbóltsskúlum. Tilmelding fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum og ungum í aldurinum 6 til 14 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald