Fótbóltur

Umfarið verður spælt yvir tríggjar dagar

Grannauppgerðin í Gundadali er flutt til mánakvøldið aftur. Víkingur og TB leggja til brots leygardagin klokkan 17 - tríggir dystir eru á skránni sunnudagin.

HB og B36 bresta saman mánakvøldið klokkan 18. Nógv ivamál eru um støðuna í HB, har onkrar broytingar í venjaratoyminum eru á veg (Mynd: Sverri Egholm)

HB og B36 bresta saman mánakvøldið klokkan 18. Nógv ivamál eru um støðuna í HB, har onkrar broytingar í venjaratoyminum eru á veg (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-30 17:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta mánaðin hevur kavin darvað fótbóltinum í Føroyum nógv, og mánadagin 20. mars byrjaði landsliðssteðgurin. Tá farið var í hann, var bert eitt umfar spælt í Betrideildini hjá monnum.

Eitt umfar er flutt til 12. apríl, og 3. umfar skal spælast 26. apríl. Skjótt er tað 4. umfar - umfar nummar tvey - ið er á skránni.

Tað byrjar leygardagin klokkan 17 í Sarpugerði. Tá tekur Víkingur móti TB. Steypavinnararnir eru stórfavorittar móti uppflytarunum - hetta verður fyrsti dystur hjá Gilla Rólantssyni Sørensen í føroyskum fótbólti síðani 2013.

Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni. Føroyameistararnir taka ímóti EB/Streymi, í Sørvági spæla liðini, sum endaðu ávíkavist nummar sjey og seks í fjør, og AB í Fuglafirði vitjar hjá øðrum av uppflytarunum. Hóast tað er tíðliga á árinum, kunnu teir báðir síðstnevndu dystirnirnir gerast lykladystir.

[object Object]
B68 og 07 Vestur bresta saman á Dungasandi sunnudagin klokkan 15 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er sannliga talan um ein slíkan mánakvøldið í Gundadali. Týsdagin gjørdist greitt, at grannuppgerðin er flutt frá sunnudegnum til mánadagin 3. apríl. B36-HB skuldi upprunaliga vera júst mánakvøldið, og eftir seinnu flytingingina er greitt, at sjóneykan veruliga verður á stóra dystin.

Fyri B36 kann tað gerast ein heilt stórur dystur, um tað eydnast at fáa fult. B36 hevur ikki vunnið eina grannauppgerð síðani 2019 og vann í fyrsta umfarið sannførandi í Sarpugerði. Harvið kann liðið hjá Dan Brimsvík fyribils staðfesta sína støðu í oddinum.

Hjá HB er tað órógv uttanfyri vøllin. Hjálparvenjarin Jákup Martin Joensen hevur í vikuni sagt seg úr starvi vegna samstarvstrupulleikar. 1. deildarvenjarin, Hegga Samuelsen, er eisini farin, og sambært millum annað bolt.fo er framtíðin hjá Dalibor Savic høvuðsvenjara heldur óviss. Ein fundur er á skránni í HB-húsinum í kvøld. Dalibor Savic er júst komin aftur í Svøríki, har hann hevur verið síðani í síðstu viku.

4. umfar í Betrideildini - umfar nummar tvey

Ley. 1. apr. 17:00VíkingurTB
Sun. 2. apr. 15:00EB/Streymur
Sun. 2. apr. 15:0007 VesturB68
Sun. 2. apr. 15:00ÍFAB
Mán. 3. apr. 18:00B36HB

Kelda: fsf.fo


Dómaryvirlit fyri 4. umfar - sambært fsf.fo og bolt.fo:

Víkingur - TB: Eiler Rasmussen

KÍ - EB/Streymur: Alex Troleis

07 Vestur - B68: Bjarki Danielsen

ÍF - AB: Rúni Olsen

B36 - HB: Petur Reinert


Portalurin fylgir gongdini í Betrideildini tætt og verður til meginpartin av dystunum í umfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder