Hondbóltur

Ungir grønlendingar til VÍF

Inuuteq Heilmann og Gerth Johansen vóna at koma á landsliðið.

Gert Johansen og Inuuteq Heilmann

Gert Johansen og Inuuteq Heilmann

2019-08-09 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vestmanna Ítróttafelag hevur gjørt avtalu við tveir ungar hondbóltsleikarar at spæla fyri felagið komandi kappingarár. Talan er um 18 ára gamla bakspælaran Inuuteq Heilmann og 19 ára gamla strikuspælaran Gerth Johansen, sum báðir koma úr Sisimiut.

Sermitsiaq skrivar, at talan er um gávuríkar spælarar, sum hava gjørt vart við seg í grønlandsmeistarakappingini fyri ungdóm. Føroyski landsliðsvenjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen, hevur hjálpt teimum við at koma til føroyskan hondbólt.

- Báðir spælararnir hava víst, at teir vilja spæla hondbólt og eru til reiðar at gera nakað serligt fyri at menna seg, og eru tí áhugaverdir fyri eitt felag sum VÍF, sigur Ingi Olsen í tíðindaskrivi, endurgivið í Sermitsiaq.

Vónin hjá ungu grønlendingunum er at menna seg, so at teir kunnu gera seg galdandi á grønlendska landsliðnum.

- Um Gerth og Inuuteq leggja brúka nóg nógvar tímar til venjing – bæði í høllini, men ikkiminst í styrkirúminum, so skulu teir nokk koma á landsliðið ein dag. Tað eri eg ikki í iva um, sigur Ingi Olsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder