Hondbóltur

Ungir hondbóltsakademikarar spentir upp á dystin

Rokna tó ikki við, at føroyska liðið – enn – er ført fyri at spæla heilt upp móti Danmark.

Frá vinstru Brandur Silvurstein, Pauli Jacobsen, Elias E. á Skipagøtu, Bogi Hansen, Pauli Mittún, Svein Ólavson og Gilli Sjúrðarson Holm (Mynd: Sverri Egholm)

Frá vinstru Brandur Silvurstein, Pauli Jacobsen, Elias E. á Skipagøtu, Bogi Hansen, Pauli Mittún, Svein Ólavson og Gilli Sjúrðarson Holm (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-27 13:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um teir klára at halda úrslitinum undir 10 málum, so er tað góðtikið. Tapa teir við meira enn 10 málum, so er tað ikki OK.

Soleiðis ljóðar metingin hjá ungu føroysku hondbóltstalentunum, sum hava sína dagligu gongd í Skjern Arena.

Talan er um ungar hondbóltsspælarar, sum taka 10. flokk á akademinum, ið er knýtt at hondbóltsfelagnum í Skjern.

Teir hava góðar umstøður, har vant verður hvønn dag í upp til tveir tímar umframt fysiska venjing. Sostatt kann sigast, at Skjern er ein klekingardepil fyri framtíðar føroyskar landsliðsleikarar. Skjern hevur longu víst sítt virði við tað, at málverjin hjá landsliðnum, Niklas Simonsen hevur gingið her.

Dreingirnir búgva á akademinum, sum er í tilknýti til høllina. Alt anleggið eitur Skjern Kulturcenter, og har er eisini musikkskúli, fitnesssentur umframt hølir til ráðstevnur, fundir, veitslur og aðrar venjingar.

Í tilknýti til akademiið er eisini eitt vallaraheim, har fleiri av føroysku áskoðarunum til dystin í dag búgva.

Átta føroyingar ganga á akademinum í Skjern. Teir, ið vit tosaðu við eru Brandur Silvurstein (VÍF) Bogi Hansen (H71), Pauli Mittún (H71), Svein Ólavsson (H71), Gilli Sjúrðarson Holm (Neistin) og Baldur Gillason (H71). Eisini vóru teir báðir H71’ararnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Jacosen við. Teir ganga á einum líknandi akademii í Skanderborg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder