25. mars taka Føroyar ímóti Ukraina í í Høllini á Hálsi. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 29. mars, hittast liðini aftur í Kharkov í Ukraina.
Á heysti í fjør taptu Føroyar fyri Póllandi á útivølli og Rumenia á heimavølli í teimum fyrstu dystunum í bólkinum. Móti Rumenia vóru fimm mál á munit, tá samanumkom, men Føroyar vóru betri í 1. hálvleiki.
Hondbóltssamband Føroya hevur í dag kunngjørt, hvørjir 18 leikarar Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava tikið út. 15 av leikarunum spæla í SMS-deildini. H71 og Neistin eru best umboðaði við fýra leikarum í part. Tríggir leikarar spæla til dagliga uttanlanda.
Súna Krossteig Hansen - her móti Rumenia. Hon hevur ein skaða at dragast við í løtuni
Merkisvert er, at Sùna Krossteig Hansen ikki er við. Bakspælarin hjá Kyndli hevur ikki spælt síðani í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini fyri trimum vikum síðani vegna skaða. Turið Arge Samuelsen er heldur tøk - hon er við barn.
Hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Fríða Petersen, VÍF
Viviann Petersen, VÍF
Útileikarar:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Toftum Joensen, H71
Fríða á Dunga, Neistin
Guðrið á Borg, H71
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ikast-Herning
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax København
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Bjarta Johansen, Vendsyssel
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Yvirlit yvir bólkarnar í EM-undankappingini sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald