Fótbóltur

Ungur lokalur leikari gjørt sín fyrsta sáttmála við KÍ

17-ára gamli Gulak Jacobsen kom seinasta summar heim úr Sønderjyske. Har var áhugi fyri honum á Skála í vetur.

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2020-03-01 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkingurin var tvey ár í ungdómsdeildini í Sønderjyske, har hann til tíðir stóð seg heilt væl. Kviki álopskendi leikairn valdi tó at koma heim á summri í fjør, og nú hevur hann fingið sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið.

Norðlýsið skrivar, at 17 ára gamli Gulak Jacobsen, sum síðstu tíðina vant við besta liðnum hjá KÍ, hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2020.

Gulak vandi við Skála hinumegin jólini og skoraði tvey mál í venjingardysti á Toftum. Hann hevur skorað fyri KÍ í venjingardysti móti B36 Gulak er skrásettur fyri 14 U17-landsdystir árini 2017 og 2018. Hann hevur enn sín fyrsta skrásetta vaksnamannadyst til góðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder