Fótbóltur

United aftur omaná móti City - stríðið um Champions League harðnar

Ein væl útførd snildfrísparksavtala og eitt skot úr áleið 35 metrum, umframt eitt hartarbeiðandi og vælskipað United-lið, gjørdu at liðið hjá Solskjær vann grannauppgerðina á Old Trafford. Chelsea spældi fyrr í dag dreymafótbólt til tíðir í 4-0.

2020-03-08 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At dysturin ikki hevði so nógv at siga fyri Manchester City merktist rímiliga væl. Hóast eina fína byrjan kom liðið hjá Pep Guardiola ongantíð av álvara í gongd ímóti einum tendraðum United-liðið, ið gjørdi sera nógv rætt á Old Trafford í dag. Solskjær hevði lagt eina væleydnaða ætlan, United eydnaðist aftur væl við at spæla uppá umstillingar og syrgdi fyri, at í heusm kappingárinum hava teir reyðu tikið øll stigini í innanhýsis dystum í Manchester. Hetta gjørdi eisini, at Liverpool er uppaftur nærri meistaraheitinum.

Løtuna áðrenn 1-0 málið sá gott út hjá heimaliðnum. Anthoiny Martial hevði havt ein stóran møguleika frammanundan - eftir hálvan tíma lyfti Bruno Fernandes eitt fríspark hegnisliga uppum tvey mans múrin, og Martial gjørdi ikki mætari enn at hálvfulkta bóltin framvið Ederson. Á endurtøkunum sást at tað var sera tepurt, og at freklendingurin helst líka hevði økslina í rangstøðu. VAR dømdi einki og heldur ikki tíggju minuttir seinni, tá Nicholas Otamendi sparkaði Fred niður í City-brotsteignum. Mike Dean gav ístaðin Fred gula kortið fyri film.

[object Object]
Eins og Etihad í desember skoraði Martial móti City (Mynd: EPA)

United var fullkomiliga omaná fram til hálvleiks, men tíðliga í 2. hálvleiki hevði City bóltin í málinum aftanfyri David De Gea, ið hevði tvær fínar bjargingar, men sum annars ikki hevði so nógv at gera í dag. Sergio Aguero varð dømdur at vera í rangstøðu, men tað var aftur sera tepurt.

Í 5-3-2 leikskipanini gjørdi United tað sera trupult hjá City at skapa heilt vandamiklar støður. Stóra yvirvágin til gestirnar viðvíkjandi tí at hava bóltin gjørdi ikki mun - United var vandamiklari og kundi havt lukkað dystin. Í yvirtíðini eydnaðist tað hjá innskifta Scott Mc Tominay, tá ein lítið umhugsin Ederson kastaði bóltin so at siga mitt til skotska miðvallaran. Hann gjørdi skjótt av og sendi bóltin í eitt tómt mál út áleið 35 metrum til stóra frøi á The Theatre of Dreams.

[object Object]
Venjarin, málskjúttin til 2-0 og tveir leikarar, ið framdu stór avrik í dag (Mynd: EPA)

Tey trý stigini gera í fyrstu syftu ikki stóran mun í stríðnum fyri at koma í topp-fýra hjá United. Við sera góðum spæli setti Chelsea fyrr í dag Everton uppá pláss á Stamford Bridge. Øll fýra málini vóru flott og avrikið sannførandi - eisini hjá 18-ára gamla skotanum á miðvøllinum. Billy Gilmore spældi ein frálíkan móti Liverpool í FA Cup týskvøldið (hansara fyrsta frá byrjan á besta liðnum) og eftir dystin í dag segði Roy Keane á Sky Sports, at hann líktist einum leikara í heimsflokki. 

[object Object]
Flótandi og gott samanspæl, ferð og góðska eyðkendi spæli hjá Chelsea í dag (Mynd: EPA)

[object Object]
Lampard gav aftur Billy Gilmore álit á miðvøllinum í dag - ikki nøkur býtt avgerð (Mynd: EPA)

Chelsea er harvið framvegis trý stig frammanfyri United. Manchester City er á pappírinum útihýst av Champions League komandi tvey árini, men hevur kært dómin hjá UEFA, og í slíkum førum er tað als ikki óhugsandi, at leikbannið verður útsett. Um so er, skal sum vanligt minst 4. pláss til fyri at koma í Champions League - annars er 5. plássið, ið United er á nú, nóg mikið.

Manchester United - Manchester City 2-0 (1-0)
Chelsea - Everton 4-0 (2-0)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder