Fótbóltur

United og Sporting samd um ein keypsprís fyri Bruno Fernandes

Eftir togtogan millum feløgini í fleiri vikur tykist nú greitt, at portugisiski miðvallarin skiftir til enska felagið fyri eitt møguligt virði á áleið 600 milliónir krónir..

Liðformaðurin hjá Sporting flýgur helst til Manchester í dag, har læknakanning skal gerast og sáttmáli skal undirskrivast (Mynd: EPA)

Liðformaðurin hjá Sporting flýgur helst til Manchester í dag, har læknakanning skal gerast og sáttmáli skal undirskrivast (Mynd: EPA)

2020-01-29 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í flytingarvindeyganum í januar hevur ein av stóru spurningunum verið, um Manchester fór at fáa fatur á Bruno Fernandes. 25-ára gamli miðvallarin hjá Sporting Lissabon hevur verið høgt á ynskilistanum hjá Woodward og Solskjær síðani í summar, tá tað, eins og hjá Tottenham, ikki eydnaðist at fáa fatur á honum.

Tað hevur heldur ikki sæð nakað serligt út seinastu dagarnar. Bretskir miðlar hava skrivað, at Sporting hevur kravt meira, enn United vildi av við, ið var áleið 50 milliónir pund. 

Sky Sports skrivar, at prísurin, sum United skal av við fyri at fáa Fernandes, í fyrstu syftu verður 46 milliónir pund, men við klasulum kemur virði so at siga heilt víst at vera 55 milliónir pund og møguliga heilt upp ímóti 68 milliónum. Hetta eru 80 milliónir evrur -  beint undir 600 milliónir krónir.

Miðvallarin kann við sínum álopskendu dygdum møguliga verða við at lyfta støði á spælinum hjá Manchester United, ið stríðist fyri at koma í Champions League komandi ár. Tað er eitt keyp, ið nógvir United-fjepparar hava skríggjað eftir. 

Sky Sport skivaði í gjár, at Barcelona royndi at koma inn í stríðið um Bruno Fernandes, og at Sporting hevði eisini sagt ja til eini boð úr Katelónia. Ætlanin var so at leiga hann út til Valencia í hálvt ár, og Barcelona skuldi so hava fatur á Rodrigo sum avloysara fyri Luis Suarez. Hetta verður tó av ongum, og miðlar í Portugal og Onglandi skriva, at eftir ætlan kemur Fernandes í dag til Manchester, og at læknakanning verður í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder