Fótbóltur

United skal taka av møguleikanum

Chelsea og Leicester taptu í vikuskiftinum, og stríðið um Champions League-plássini er opið og hart. Solskjær og hansara menn taka ímóti Southampton í kvøld og koma upp á 3. plássi við sigri.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-13 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spenningurin um meistaraheitið í Premier League hevur so at siga ikki verið har í 2020. Liverpool hevur verið suverent og tryggjaði sær endaliga meistaraheitið síðst í juni. 

Í botninum sær tað sera tungt út hjá Aston Villa og Bournemouth, hóast bæði liðini vunnu í vikuskiftinum og hava ein møguleika enn. Norwich er longu farið niður.

Allarstørsti spenningurin í bestu ensku deildini í løtuni er um tey seinastu topp-fýra plássini, ið geva atgongd til Champions League-pláss komandi árini. Støðan har broyttist í vikuskiftinum, tá bæði Chelsea og Leicester óvæntað taptu - ávíkavist 0-3 móti Sheffield United og 1-4 móti Bournemouth - og eisini fyrr í dag, tá tað gjørdist greitt, at Manchester City kortini sleppur at spæla Champions League-fótbólt komandi árini.

Harvið eru tað trý lið, ið veruliga eru við í stríðnum um tvey tey seinastu plássini: 

3. Chelsea (60 stig)
4. Leicester (59 stig)
5. Manchester United (58 stig) *

*Ein dyst færri  

Wolves hevur 55 stig og Sheffield United 54 stig, og hesi liðini eru harvið ikki heilt úti enn, nú trý umfør eru eftir.

Seinasti dysturin í 35. og fjórðseinasta umfarinum verður leiktur á Old Trafford í kvøld. Har er Manchester United stórfavorittur móti Southampton.

United hevur seinastu fýra Premier League dystirnar skora minst trý mál (14 mál samanlagt) og vunnið við trimum málum í øllum. Hetta seinni er met í Premier League. Spælið hevur verið undirhaldandi: Flótandi, skjótt og málskøkið. Matic og Pogba sær aftur út sum ein krútsterkur sentralur miðvøllur og beint frammanfyri bindur Bruno Fernandes spælið frálíka væl saman, og so eru tað vandamiklu rakettirnar: Greenwood, Rashford og Martial.

Um hetta kann halda fram er ivasamt, men fyri United hevur tað era nógv at siga at koma í Champions League aftur. Trý stig í kvøld merkja, at United kemur upp á 3. plássi við sigri. Verður tað ikki tað, er liðið aftur undir stórum trýsti. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder