Fótbóltur

United vann grannauppgerðina

Vónirnar um at endurvinna meistaraheiti eru nú fánaðar hjá teimum ljósabláu, meðan United nærkast topp-4.

Ein fegin Ole Gunnar Solskjær eftir sigurin í grannauppgerðini (Mynd: EPA)

Ein fegin Ole Gunnar Solskjær eftir sigurin í grannauppgerðini (Mynd: EPA)

2019-12-07 19:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fimm dystir vóru á Skránni í Premier League í dag, har millum annað Everton vann óvæntað á Chelsea, og Liverpool og Tottenham vunnu greiðar sigrar.

Størsti dysturin hetta umfarið er uttan iva grannaupgerðin í Manchester, har City tók ímóti United. Hóast City var greiður favorittur undan dystinum, so var tað United sum byrjaði best, og vísti sera gott spæl í mótálopinum, og komu fram til fleiri góðar møguleikar. Tað var eisini United, sum legði seg á odda, tá Marcus Rashford skoraði uppá brotsspark í 23. minutti. City royndi at elta tað útjavnandi málið, og komu eisini til nakrar fínar málmøguleikar, men United var framhaldandi vandamiklir tá teir fóru í mótálop, og økti eisini um leiðsluna í 29 minutti, tá Anthony Martial skoraði til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinni hálvleiki var ikki líka nógv ferð á dystinum. Myndin var tann sama, City var meira á bóltinum, meðan United royndi dúva uppá mótálop, men málmøguleikarnir vóru ikki eins nógvir sum í fyrra hálvleiki. Fimm minuttir fyri tíð eydnaðist tað City at minkað um munin tá Nicolas Otamendi stútaði bóltin í netið eftir hornaspark. Beint eftir málið hevði City ein stóran møguleika, men David De Gea í United málinum stórbjargaði. City royndi eftir hetta at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men United verjan stóð væl ímóti, og tað endaði við einum 1-2 sigri til United.

[object Object]

Glóðheitið Marcus Rashford skoraði aftur í dag (Mynd: EPA)

Samanumtikið var talan um ein uppibornan sigur til United, ið vísti sera gott spæl í mótálopinum. Hetta var ein stór strika í rokningini hjá Guardiola og City, har tað nú sær mest sum ómøguligt út hjá teimum ljósabláu at endurvinna meistaraheiti, nú tað eru heili fjúrtan stig upp til Liverpool á fyrsta plássinum. Hinvegin kom sigur væl við hjá United og Solskjær, ið nú kunnu byrja at droyma um topp-4 aftur. United kom við sigrinum uppá 5. pláss, har teir hava fimm stig upp til Chelsea á fjóðra plássið.         

Í morgin eru fýra dystir á skránni, meðan tann seinasti dysturin í 16. umfarið verður mánakvøldið.

Premier League

Everton – Chelsea 3-1

Bournemouth – Liverpool 0-3

Tottenham – Burnley 5-0

Watford – Crystal Palace 0-0

Manchester City – Manchester United 1-2

Í morgin:

Aston Villa – Leicester

Newxastle – Southapmton

Norwich – Sheffield United

Brighton – Wolves

Mánakvøldið:

West Ham - Arsenal

Støðan: 
1. Liverpool (46 stig)*
2. Leicester (35 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Manchester United (24 stig)*  
6. Tottenham (23 stig)*
7. Wolves (23 stig)
8. Crystal Palace (22 stig)*
9. Sheffield United (19 stig)
10. Arsenal (19 stig)
11. Newcastle (19 stig)
12. Brighton (18 stig)
13. Burnley (18 stig)*
14. Everton (17 stig) *
15. Bournemouth (16 stig)*
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) *

Ein dyst meir *

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder