Nú nærkast av álvara til ein rúgva av føroyingum seta kósina ímóti týska høvuðsstaðnum fyri at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum til søguligu EM-dystirnar.
Í hesum sambandi gera nakrir av stuðlunum hjá Hondbóltssambandinum nógv burturúr. Í tíðindaskivi verður boðað frá, at BankNordik, Wenzel, Atlantic Airways, Effo og Smyril Line millum annað skipa fyri stórum upphitingartiltaki.
Hetta verður í stóra Kreuzberg Festsaal, sum ikki er serliga langt frá stóru dystarhøllini, Mercedes Benz Arena. Tað er umleið tjúgu minuttir til gongu.
Fyrsta tiltakið verður hósdagin millum klokkan 14 og 17. Dysturin móti Slovenia byrjar klokkan 18 lokala tíð. Eyðun og Terji fara at spæla, okkurt gott verður at drekka, og harafturat verður andlitsmáling og klapparar at fáa.
- Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Berlin, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.
Útfrá seldum atgongumerkjum og øðrum verður roknað við, at útvið 4.000 føroyskir áskoðarar verða til staðar í Berlin.
Nógvir føroyskir áskoðarar fara at seta sín dám á í Berlin (Myndir: Sverri Egholm)
Skráin hjá Føroyum í bólki D:
Hósdagin 11. januar
17.00: Føroyar - Slovenia
Leygardagin 13. januar
19.30: Føroyar - Noreg
Mánadagin 15. januar
17.00: Føroyar - Pólland
Talan er her um føroyskar tíðir. Berlin er ein tíma frammanfyri.
Í fyrstu syftu er greitt, at upphiting verður har fyri føroysku fjeppararnar til teir báðar fyrstu dystirnar - hósdagin 11. januar og leygardagin 13. januar. Hølisviðurskiftini til tann seinasta bólkaspælsdystin, mánadagin 15. januar, eru ikki komin endaliga uppá pláss.
Kunning um hetta fer at koma út á berlin.fo. Hetta er ein nýggj síða, ið nú er virkin. Hon er gjørd til høvið, og har ber til at fáa viðkomandi kunning um alt "føroyskt", sum hendir í Berlin í samband við EM-endaspælið.
Fyrispkipararnir boða eisini frá, at til ber at keypa eina serstaka EM t-shirt, har man samstundis stuðlar Eydnudeildini.
Útfrá seldum atgongumerkjum og øðrum verður roknað við, at útvið 4.000 føroyskir áskoðarar verða til staðar í Berlin.
--
Spælari: Pauli Jacobsen
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald