2022-02-13 20:37
Fyri fyrstu ferð verður ein leikari við finskum tjóðskapi at síggja í AB-búnanum. Talan er um 21 ára gamla Onni Tiihonen.
Hetta skrivar AB í fráboðan á Facebook í dag.
- Onni er verjukendur miðvallari, ið er sterkur og góður á bóltinum. Hann kom til landið fyrr í vikuni og spældi fyrsta dyst sín fyri felagið ímóti B68 í VFF Cup í gjár, sum endaði 1-0 til AB, skrivar felagið.
Onni Tiihonen hevur seinast spælt við finska felagnum, IF Gnistan, ið heldur til í næstbestu finsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald