2019-03-07 16:22
Kappingin hevði í fjør fyri fyrstuferð útlendska luttøku, tá feløg úr Danmark og Noreg luttóku í kappingina. Danska felagið B1903, ið er eitt av móðurfeløgunum hjá FC Keypmannahavn, hevur longu boða frá luttøku í summar, har teir koma við tveimum liðum í U13 kappingini hjá dreingjum.
Vit kunnu nú kunngera, at vit eisini fáa vitjan úr einum meira fjarskotnum landi komandi summar, tí eitt lið úr Uruguay hevur tekna seg til kappingina. Talan er um U15 dreingja lið hjá Racing Club de Montevideo, ið kemur frá høvuðsstaðnum í Uruguay, Montevideo.
Ferðin er skipa í samband við 100 ára hald hjá felagnum og tað er kendi fótbóltsfjepparin Ivan Eginsson Eysturland, ið hevur fingið ferðina í lag.
Hetta er allarhelst bert aðruferð, at eitt lið úr Suðuramerika vitjar í Føroyum. Fyrsta var liðið var Atletico Mineira úr Brasil, ið leikti Ólavsøkudyst ímóti HB síðst í 80'inum
- Summar Cup
- Summar Cup
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald