Hondbóltur

Úr Vestmanna til Vestmannaoyggjarnar

Ingibjørg Olsen skal hetta kappingarárið spæla fyri ÍBV, ið er í bestu íslendsku deildini.

ÍBV hevur gjørt avtalu við Ingibjørg Olsen (Mynd: ÍBV Handbolti)

ÍBV hevur gjørt avtalu við Ingibjørg Olsen (Mynd: ÍBV Handbolti)

2021-09-10 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍBV Hondbólti bjóðaði í gjár alment Ingjibjørg Olsen vælkomna í felagið. Hon flutti fyri stuttum til Íslands saman við unnustanum Dánjal Ragnarssyni, sum í mars gjørdi sáttmála við ÍBV til og við kappingarárið 2023/2024.

Les eisini: Dánjal Ragnarsson til Íslands at spæla

Nú er greitt, at Ingibjørg Olsen, ið fyllur 21 í næsta mánaða, eisini skal umboða felagið á Vestmannaoyggjunum og skal spæla á hægsta støði í Íslandi hetta kappingarárið.

ÍBV skrivar, at talan er um ein kvikan leikara, sum umframt at vera høgri vongur kann spæla í bakteuni, og at Ingibjørg er fallin væl inn í hópin.

Ingibjørg Olsen skoraði í 2020/2021 98 mál í Burn-deildini. Í kvøld kann hon spæla sín fyrsta dyst fyri ÍBV, tá Gróttur er mótstøðuliðið í steypakappingini. Kvinnurnar og menninir hjá ÍBV byrja uppá landskappingina næsta vikuskifti.

[object Object]
Ingibjørg í dysti fyri VÍF síðsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder