Fótbóltur

Úrvalstilboðið í Suðuroy og Klaksvík

FSF og Miðnámsskúlin í Suðuroynni hava gjørt avtalu, ið inniber, at FSF Úrvalstilboðið eisini verður møguligt í Suðuroynni. Somuleiðis er avtala eisini fingið í lag við Tekniska skúla í Klaksvík.

2019-02-27 21:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Málið var heilt greitt at fáa allar skúlarnar við, so tað er bara at fegnast um, at Miðnámsskúlin í suðuroynni og Tekniski skúli í Klaksvík, nú eisini eru partur av hesum framúr tilboði til okkara ungdóm, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Mikudagin gjørdu FSF og leiðslan á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni avtalu, ið inniber, at FSF Úrvalstilboðið eisini verður møguligt í Suðuroynni. Somuleiðis er avtala eisini fingin í lag við Tekniska skúla í Klaksvík.

Málbólkurin eru seriøsir fótbóltsspælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meir við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið, skrivar FSF.

Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á FSF Úrvalstilboðnum. Í tí førinum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, at spælarin kann møta til ásettu venjingarnar.

Freistin at melda til FSF Úrvalstilboðið er 15. mars 2019. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo. Síðani fer útveljingin fram, í samskifti við avvarðandi skúlar.

Mikukvøldið 27. februar verður “Opið hús” á Glasi í Havn, og tá verða umboð fyri FSF Úrvalstilboðið eisini við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder