placeholder
Fótbóltur

Útbyggingin á Dungasandi farin í gongd

07 Vesturhúsið verður longt heimeftir. Sørvágs kommuna hevur lagt tríggjar milliónir eru settar av til Dungasand í ár.

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2023-03-15 19:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv byggivirksemi er í hesum døgum á Dungasandi í Sørvági, har útbyggingin av leikvøllinum og heimavøllinum hjá 07 Vestur er byrjað.

Krøv fylgja við at vera í bestu fótbóltsdeildini, og eitt av teimum eru at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal vera í seinasta lagi í 2023. Somuleiðis er eitt sokallað fjølmiðlarúm eisini eitt krav.

Tað er hetta virksemi sum sæst aftur á Dungasandi nú, har arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø gera betongarbeiði, sum liggur til grundar fyri útbyggingini. Seinni í ár verður so timburarbeiði boðið út, skrivar Sørvágs kommuna.

Sørvágs kommuna hevur í ár sett tríggjar milliónir av til Dungasand.

07 Vesturhúsið verður forlongt heimeftir, og niðara hæddin skal hýsa goymslurúmi til mál og aðra útgerð, eins og útskiftingarbenkur skulu vera har. Á hæddini omaná verður so fjølmiðlarúmið.

FSF letur vanliga stuðul til slíka bygging, og Sørvágs kommuna hevur eina umsókn liggjandi inni hjá teimum. Skýlið sum skal byggjast, fer at rúma 480 áskoðarum, og verður yvir fýra hæddir. Staðsetingin verður framvið Stórá. Skýlið er prosjekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli, sum Tórshavnar kommuna hevur latið 07 Vestur fyri onki. Dentur er lagdur á, at gera skýlið so lágt sum gjørligt. Klæðingin er hugsað sum eina opin alu-klæðing, so skýlið er transparent at síggja til frá Niðaravegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder