Eftir hoyringar og nógvar metingar í vikuni er Kappingarnevndin komin fram til, at eingin umdystur verður við Stóra: At eingin ítróttarlig avleiðing verður fyri TB vegna fjórðu útskiftingini í fjórða steðginum.
Sí eisini: TB gjørdi ólóliga útskifting í yvirtíðini
Heldur verður talan um eina bót á 5.000 krónur. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri.
Feløgini hava í dag fingið avgerðina. Eftir hetta hava feløgini fimm samdøgur at kæra, og tað er á Sandoynni, at størri hugurin er til tess - B71 vildi hava nýggjan dyst vegna útskiftingina.
Støða er ikki endaliga tikin á Sandi enn, um ein kæra skal sendast inn. ella ikki. Boðini eru fyri stuttum komin.
Sum skilst eru nógvar grundgevingar í úrskurðinum fyri, hví støðan ikki skal hava nýggjan dyst við sær. Fordømi eru eisini uttanlands.
Í Suðuroynni er man helst lættur um, at støðan - har árvakni hjá dómaratoyminum umframt bonkinum hjá TB ikki var nóg stórt - ikki kostar á stigatalvuni.
Sigurin á B71 merkir, at TB nú er frammanfyri, bert er eitt stig frá beinleiðis uppflyting og í løtuni liggur til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti nummar 9 í Betrideildini.
Tað var í dystinum millum liðini leygardagin 5/10, at TB í 96. minutti skifti út fyri fjórðu ferð - spælarin nart ikki við bóltin teir 2-3 minuttirnar, hann var á vøllinum. Eitt lið hevur loyvi at gera fimm útskiftingar, men tað ber ikki til at nýta fleiri enn tríggjar steðgir - útyvir hálvleikssteðgin.
Hetta gjørdi TB av óvart, og dómaratoymi forðaði tí ikki. Umsitingarliga mistakið fyri viku síðani ger tó ikki, at stig fara av kontuni hjá TB, og at nýggi dystur skal spælast - ikki uttan so at kæra kemur ini, og at nýggj støða verður tikin útfrá henni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald