Fótbóltur

TB gjørdi ólógliga útskifting í yvirtíðini

Týdningarmikil sigur móti B71 í gjár, men spurningurin er, hvørjar avleiðingar tað fær, at ein fjórði steðgur varð nýttur til útskifting. Talan var um mistak, sum dómaratoymið ikki varnaðist, og sum skilst skal Kappingarnevndin hjá FSF viðgerða støðuna. Hon er nýggj í føroyskum høpi.

Heini Ziskason váttar fyri Portalinum, at fýra skiftingar í fýra ymiskum steðgum vórðu framdar við Stóra - hetta er ikki heimild til - og at ein frágreiðing verður send kappingarnevndini hjá FSF seinni í dag um málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heini Ziskason váttar fyri Portalinum, at fýra skiftingar í fýra ymiskum steðgum vórðu framdar við Stóra - hetta er ikki heimild til - og at ein frágreiðing verður send kappingarnevndini hjá FSF seinni í dag um málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-06 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur fagnaður við Stóra í gjár, tá TB í triðseinasta umfari spældi seg nærri einari møguligari uppflyting. Aldursforsetin vann lykladystin móti B71 og er nú frammanfyri júst B71 og AB og á 4. plássi, sum í løtuni gevur upp- og niðurflytingardyst. Eitt stig er upp til 3. plássi, sum gevur beinleiðis uppflyting, men B36 hevur spælt tveir dystir færri.

Eftir dystin gjørdist tó greitt, at okkurt var galið við dómaraseðlanum. Sambært honum hevur TB nýtt tríggjar steðgir at gera tríggjar útskiftingar.

[object Object]

Skýggjamynd: fsf.fo - útfrá almennu Comet-skipanini fyri dómaraseðlar

TB gjørdi tó eina útskifting afturat. Eitt lið kann gera upp til fimm útskiftingar í einum dysti, men tað er bert loyvi at skifta út í trimum ymiskum steðgum - umframt í sjálvum steðginum (til tá 2. hálvleikur byrjar)

TB skifti út í 77' minutti og tvær ymiskar ferðir í yvirtíðini. Tað er tann seinna her, í 96' minutti, sum er ólóglig sambært kappingareglunum. 

Hetta er tí, at TB tá longu hevði gjørt tríggjar útskiftingar í trimum ymiskum steðgum. 

Heilt tíðliga noyddist heimaliðið at skifta Rógva Joensen út, tá hesin fekk skaða í høvdið - heilaskjálvta eftir ógvuligsligan samanstoyt. Bartal Einarsson Petersen kom inn, men á listanum stendur hann til at hava spælt. Bartal spældi næstan fullan dyst í 2-1 sigrinum á B71.

Onkursvegna er hendan útskiftingin ikki komin við á almenna dómaraseðilin, 

Tað eru reglugerðir aðrastaðni, sum loyva eyka útskiftingum, tá talan er um skaða í høvdið. Ein slík er ikki í Føroyum - enn í øllum førum.

Eitt umsitingarligt mistak

Markus Thorberg er spælandi venjari hjá TB og tískil ikki á bonkinum. Teir, sum hjálpa honum við útskiftingum, hava ikki varnast hetta. Helst hevur man í "hitanum í yvirtíðini" gloymt, at man skifti út fyrstu ferð heilt tíðliga, og tað longu vóru nýttir tríggir steðgir. Útskiftingin í 96. minutti, sum lítla og onga ávirkan hevði uttan tað at spilla tíð, varð loyvd.

Í 1. deild er eingin 4. dómari. Harvið er tað hjálpardómarin á síðuni, har benkurnir eru, sum hevur høvuðsábyrgdina av útskiftingum saman við høvuðsdómarunum. Hesin hevur helst ikki hugsað um útskiftingina "Rógvi Joensen - Bartal Petersen" seint í dystinum - TB fekk í øllum førum ikki ávaring/áminning um, at hetta var ein ólóglig útskifting.

Tað er eftir dystin, at dómaratoymið hevur varnast tað, og harvið noyðast dómararnir at geva boð til Kappingarnevndina um, at her er okkurt skeivt farið fram. Nakað sum teir, partvíst saman við TB-bonkinum, hava ábyrgd av.

Portalurin hevur vent sær til høvuðsdómaran Heina Ziskason Viðoy og spurt um støðuna.

Altjóða dómarin váttar, at fýra skiftingar í fýra ymiskum steðgum vórðu framdar og at ein frágreiðing verður send kappingarnevndini hjá FSF seinni í dag.

Ógreitt við reglugerð

Portalurin hevur spurt seg fyri í Kappingarnevndini. Tey vita um støðuna, men kanna hana ikki nágreiniliga enn - tí hon sum nevnt ikki er komin á borðið. Tí kann Kappingarnevndin kann ikki staðfesta eitt mistak í verandi løtu.

Hetta er tó nakað, ið tey fara at viðgerða. Talan er um eitt beinleiðis brot á útskiftingsreglurnar - gott nokk nakað sum kann fara í bólkin "smálutir ella bagatell". Spælarin, ið kom inn í 96. minutti, spældi tveir minuttir og nart ikki við bólkin.

Tað kann helst eisini spæla inn, um dómaratoymið beint fram viðgongur sítt mistak í dómarafreágreiðingini.

Einki fordømi er í Føroyum um, at lið hevur framt útskiftingar í fýra ymiskum støðgum - fyriuttan í hálvleikinum. Ilt er at finna nøkur dømi uttanlands, og tað er ikki nakað beinleiðis í kappingarreglunum um hetta.

Tískil er ógvuliga ilt at siga, um talan verður um bót til TB, nýggjan dyst ella onkustaðnum ímillum, um onkur revsing verður. 

Portalurin fylgir støðuni.

Dagført: 21.05

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder