Leikarar og viðhaldsfólk fingu sær av flaggprýddu kringlunum í KÍ-høllini og badmintonhøllini í Klaksvík, nú Badmintonsamband Føroya rundaði tey 40 árini síðani stovnan sunnudagin.
Hóast tilmælta avmarkingin á 100 fólk í høllini í senn bleiv vird, merktist ein góður kappingarrómur í høllunum báðum, nú tær vóru karmur um ársins FM í badmintonkappingini fyri lið.
Í liðkappiningi melda feløgini lið av badmintonleikarum til, sum síðani kappast í teimum fimm ymsu greinunum: Einmansleiki m/k, tvímansleiki m/k og blandaðum tvímansleiki. Í ár høvdu badmintonfeløgini í Klaksvík (KBF) og Havn (HBF) meldað sekstan lið til, har kappast bleiv í fýra aldursbólkum frá U11 til U17/19.
Umframt tey bæði feløgini eru eisini badmintonfeløg í Fuglafirði (ÍF), Runavík (Nápur), Vágunum (MBF) og á Sandi.
Í yngru aldursbólkunum U11 og U13 stóðu lið av gulum leikarum úr KBF ovast á skamlinum og tóku ímóti gull heiðursmerkjunum. Hinvegin átti høvuðsstaðarfelagið bestu liðini av ungdómsleikarum, tá HBF lið struku avstað við gullinum í U15 og U17/19.
Úrslitini av FM fyri lið 2021 blivu hesi:
U11
Gull: KBF 1
Silvur: KBF 2
Bronsa: HBF
U13
Gull: KBF
Silvur: HBF 1
Bronsa: HBF 2
U15
Gull: HBF 1
Silvur: HBF 2
Bronsa: KBF
U17/19
Gull: HBF 1
Silvur: KBF
Bronsa: HBF 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald