Fótbóltur

Væleydnaður aðalfundur á Skála

Uppmøtingin var góð, og talið av starvsnevndalimum varð tvífaldað. Fíggjarstøðan er ikki góð, men ein rakstur er lagdur fyri 2020, ið skal halda Skála siglandi.

Nýggja nevndin á Skála: Bogi Kallsberg, Ingi Hansen, Per Mikkelsen, Teitur Reinert Joensen, Malena Jacobsen og Annika Klein.

Nýggja nevndin á Skála: Bogi Kallsberg, Ingi Hansen, Per Mikkelsen, Teitur Reinert Joensen, Malena Jacobsen og Annika Klein.

2020-02-21 07:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalfundurin hjá Skála ÍF varð í gjárkvøldið hildin í Skálastovuni. Felagið skrivar, at høli til høvið var heldur lítið, tí millum 60 og 70 fólk vóru møtt á fundi, og tað tyktist, sum tað millum limirnar í felagnum er ein vilji til at lyfta uppgávuna at føra felagið framá. 

Frammanundan fundinum varð mett, at støðan hjá Skála ÍF var álvarsom, tí felagið hevur avbjóðingar á ymsum økjum. Eitt er tann fíggjarliga støðan, ið hevur verið umrødd síðani á heyst í fjør. Eitt er, at bert trý fólk hava verið í nenvdini seinastu tíðina. 

Í gjárkvøldið varð talið av nevndarlimum tó tvífaldað.Rógvi Reinert Djurhuus, ið hevur verið formaður seianstu tíðina, kunngjørdi á fundinum, at hann ynskti at taka seg úr starvsnevndini. Hinir nevndarlimirnir, Annika Klein og Per Mikkelsen, vóru sinnaðir at halda fram, Fundurin skjeyt upp at velja Malenu Jacobsen, Inga Hansen, Teitur Reinert Joensen og Boga Kallsberg í nevndina afturat. Arni Klein Abrahamsen er tiltakslimur.

Tað er ikki greitt enn, hvør fer at røkja formanssessin. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi, boðar Skála frá. 

[object Object]
Teitur Reinert Joensen her í dysti móti Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er gott fet fyri Skála. Áhugavert er eisini, at Teitur Reinert Joensen, ið fer undir sítt 18. kappingarár á besta liðnum hjá Skála, er ein av nevndarliminum. 33-ára gamli verjuleikarin tekur nú eisini eitt tak fyri sítt felag á hesum økinum.

Roknskapurin fyri 2019 varð eisini framlagdur á fundinum. Skála skrivar, at felagið hevur havt eitt fíggjarligt tungt ár í 2019, men fíggjarætlan og raksturin fyri 2020 er tilrættislagdur soleiðis at felagið skal koma út við skinninum á nøsini í ár. Roknskapur og fíggjarætlan vórðu góðkend av fundinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder