Annað

Vágamenn fremstir

Útsettir dystir orsaka av altjóða kappingum eru á skránni í næstum.

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin

2023-11-30 06:59 Author image
Innsent
placeholder

Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir. 

Av tí at landsliðið herfyri hevur verið við í bæði smálandakappingini á Jersey og síðani í EM-stevnuni í Montenegro, hava dystir í ávikavist 3.-, og 4. umfari í 1. deild verið annaðhvørt framskundaðir ella útsettir.  

Men nú skulu hesir útsettu dystirnar telvast. Tann fyrsti verður í kvøld, tá Havnin 1 og Sandavágur 2  møtast á á Finsen í Havn. 

1. lið hjá Havnini hevur tveir dystir útistandandi, meðan FM-vinnararnir hjá Sandavági hava ein dyst útsettan.

Sandavágur tekur leiðsluna

Stutt áðrenn landsliðið fór av landinum seint í oktober var dysturin millum Sandavág 1 og Klaksvík 1 framskundaður. Vágamenn vunnu 3-1 á góðum klaksvíksliði.

Samstundis spældu B-liðini hjá Havnini og Klaksvík. Her var úrslitið, at Havnin sigraði.

Triði dysturin í hesum umfarinum millum Havnina 1 og Sandavág 2 verður sum nevnt telvaður í kvøld.

3.umfar (29. oktober)

Klaksvíkar Talvfelag 1 – Sandavágs Talvfelag 1 1-3

  1. Ólavur Simonsen – Rógvi Egilstoft 0-1
  2. Eyðun Nolsøe – Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
  3. Terji Petersen – Silas Eyðsteinsson 1-0
  4. Rani Nolsøe – Jón í Horni Nielsen 0-1


Havnar Telvingarfelag 2 – Klaksvíkar Talvfelag 2 2½-1½

  1. Hjalti Toftum Jógvansson – Rani Baldursson 1-0
  2. Herluf Hansen – Haldur Suni Johansen ½-½
  3. Heiðrikur T. Jacobsen – Wille Olsen ½-½
  4. Jóannes Guttesen – Heðin Gregersen ½-½

Tveir dystir útsettir 

Dystirnir í fjórða umfari vórðu ásettir at vera 12. november, men tá var EM-kappingin í Montenegro framvegis ikki liðug. Bara dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Havnini var tí telvaður, og her vunnu vágamenn.

Hinir dystirnir verða spældir nú í næstum. 

4. umfar (12. november)

Sandavágs Talvfelag 2 – Havnar Telvingarfelag 2 2½-1½

  1. Silas Eyðsteinsson – Herluf Hansen ½-½
  2. Barnhard Augustinussen – Suni Merkistein 0-1
  3. Jón Atlason – Andrias Ziska 1-0
  4. Ingi Wiberg – Øssur Joensen 1-0

Støðan í 1. deild er tann, at Sandavágs Talvfelag 1 nú hevur 9½ stig, síðan kemur Havnar Telvingarfelag 1 við 7½ stigum, Klaksvíkar Talvfelag 1 við 7, Sandavágs Talvfelag 2 við 5½, Havnar Telvingarfelag 2 við 4½ og Klaksvíkar Talvfelag 2 við 2 stigum.

Havnin 2 hevur spælt fýra dystir, Havnin 1 hevur spælt tveir dystir, meðan hini hava spælt tríggjar.

Írestandi dystirnir í 1. deild fyri ársskiftið verða spældir soleiðis:

30.november: Havnin 1 - Sandavágur 2 (3. umfar)
3. desember: Sandavágur 1 - Klaksvík 2 (4. umfar)
7. desember: Klaksvík 1 - Havnin 1           (4. umfar)

Jólafrí í hinum deildunum

Í hinum deildunum eru allir dystir fyri fýra umfør avgreiddir. Unglingadeildin tekur tó sítt fjórða umfar í hesi vikuni. 

Dystirnir í fimta umfari verða í øllum deildum 6. januar komandi ár. Eftir tað er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og síðsta umfar í landskappingini verður 9. mars 2024. 

Støðan í 2. deild (eftir 4. umfar)

Kollafjarðar Talvfelag 1 9½ stig
Havnar Telvingarfelag 3 9 stig
Kongshavnar Talvfelag 1 8½ stsig
Havnar Telvingarfelag 4 7½ stig
Klaksvíkar Talvfelag 3 7 stig
Kollafjarðar Talvfelag 2 6½ stig

Støðan í 3. deild (eftir 4. umfar)

Tofta Talvfelag 1 11 stig
Sandavágs Talvfelag 3 10 stig
Talvfelagið Rókur 1 9 stig
Sandavágs Talvfelag 4 7 stig
Gøtu Talvfelag 6 stig
Vestmanna Talvfelag 1 5 stig

Støðan í 4. deild (eftir 4. umfar)

Havnar Telvingarfelag 5 15½ stig
Klaksvíkar Talvfelag 5 13 stig
Klaksvíkar Talvfelag 4 10½ stig
Stranda Talvfelag 1 10½ stig
Suðuroyar Talvfelag 1 9½ stig
Tofta Talvfelag 2 8½ stig
Sandavágs Talvfelag 5 5 stig
Talvfelagið Rókur 2 4 stig
Gøtu Talvfelag 2 2½ stig
Kongshavnar Talvfelag 2 1 stig

Støðan í unglingadeildini (eftir 3. umfør)

Havnar Telvingarfelag 1 8 stig
Havnar Telvingarfelag 2 7½ stig
Stranda Talvfelag 1 6½ stig
Klaksvíkar Talvfelag 1 6 stig
Gøtu Talvfelag 1 6 stig
Talvfelagið Rókur 1 4½ stig
Sandavágs Talvfelag 1 4 stig
Tofta Talvfelag 1 3 stig
Gøtu Talvfelag 2 2½ stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder