- Nú hevur KÍ javnað til 2-2.
Soleiðis skrivar Norðlýsið í dag, í sambandi við at enn ein av bólkunum tilskilaður KÍ-viðhaldsfólkum á Tórsvølli er útseldur.
Tveir Víkinga-bólkar hava verið útseldir í eina tíð, og í hesari vikuni eru tey í Norðoyggjum veruliga komin í gongd við at keypa atgongumerkir til steypafinaluna.
Sum vant hava liðini, ið skulu spæla finalu um Løgmanssteypið, fýra bólkar hvør á eystaru langsíðuni. Har eru átta bólkar við nakað yvir 350 plássum í hvørjum.
Tað vil siga, at nú hvørt felag hevur tveir útseldar bólkar, verður áskoðaratalið á tí síðini í øllum førum umleið 1.400.
![]()
Skýggjamynd: fsf.atgongumerki.fo
Til ber ikki at síggja hvussu nógv eru farin í honum bólkunum á langsíðuni, men tað er fyri vist selt nakað. Og tað er mikudagur enn.
Á hinari síðuni eru eisini fitt av setrum tikin til steypafinalunum.
Til ber at keypa atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið her
Summar av steypafinalunum, millum annað onkrar millum júst KÍ og Víking, hava havt villan stemning, í mun til tað vit eru von við í Føroyum. Vónandi fara fjeppararnir veruliga eisini at seta dám á dystin leygarkvøldið á ein góðan hátt.
Sí eisini: Heini Viðoy skal leiða finaluna um Løgmanssteypið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald