Um vikuskiftið eru 13 steypafinalur á skránni. Síðsta vikuskiftið var tað hondbólturin, og nú er tað flogbólturin, ið eigur tørn í Høllini á Hálsi.
Lagt verður fyri fríggjakvøldið, tá tríggjar ungdómsfinalur eru á skránni - nøkur av teimum elstu av teimum yngru spæla um steyp.
Leygardagurin er longsti dagurin við seks finalum. Byrjað verður klokkan 10, og endað verður við vaksnamannafinalunum. Har eru fýra ymisk feløg umboðað - Dráttur og Mjølnir eru í leiklutinum sum favrotittar.
Sí eisini: Mjølnir - SÍ og Fleyr-Dráttur á Hálsi 25.februar
Seinastu fýra finalurnar eru á skránni sunnudagin, sambært yvirlitinum hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Dystarskráin fyri Bónus steypafinalurnar 2024
Fríggjadagin 23. februar:
Kl. 18.00: SÍ - ÍF (D19)
Kl. 19.15: SÍ - ÍF (D16)
Kl. 20.30: Fleyr - Mjølnir (G16 A)
Leygardagin 24. februar:
Kl. 10.00: SÍ - KÍF (G12)
Kl. 11.15: SÍ - Dráttur (G14 A)
Kl. 12.30: TB b - ÍF a (D12)
Kl. 13.45: Ternan - TB (D14)
Kl. 16.00: Fleyr - Dráttur (Meistaradeild K)
Kl. 19.00: SÍ - Mjølnir (Meistaradeild M)
Sunnudagin 25. februar:
Kl. 13.00: KÍF - Ternan (G16 B)
Kl. 14.15: TB - Ternan (G14 B)
Kl. 15.30: Fleyr a - Mjølnir (G19)
Kl. 16.45: SÍ - Mjølnir (Kvinnuunglingar)
Kelda: fbf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald