Stóri hálvfinaludagurin hjá flogbóltinum var í Badmintonhøllini í Klaksvík gjár. Tvær hálvfinalur í Bónuskappingini gjørdust ógvuliga spennandi, har neyðugt var við javnbrótara - einum fimta setti - fyri at avgera alt, meðan stórfavoritturin vann í hinum báðum.
Finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar um 13 dagar, 25. februar, í høllini á Hálsi. Niðanfyri sæst yvirlit.
Kvinnur:
Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)
SÍ-Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)
Sí eisini:
Dráttur trygt í finaluni
Fleyr knógvaði SÍ
Dráttur vann, sum væntað, fyrstu hálvfinaluna á degnum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SÍ vann á Fleyr í finaluni í fjør, men í ógvuliga tøttu hálvfinaluni í gjár løntu havnarkvinnurnar sørvágskvinnurnar hesum aftur (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Menn:
SÍ-ÍF 3-2 (18-25, 25-16, 25-20, 22-25, 15-10)
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )
Sí eisini:
Sørvingar finaluklárir eftir fimm-settara
Mjølnir í sættu steypafinaluni á rað
SÍ vann á ÍF eftir fimm sett og hevur nú stóra uppgávu á skránni í finaluni móti Mjølni...(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Greiða oddaliðið í landskappingini vann ógvuliga greitt á Fleyr á heimavølli og er í sínari sættu steypafinalu á rað (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Finalurnar í Bónuskappingini
Leygardagin 24. februar, Høllin á Hálsi
Kvinnur: Fleyr-Dráttur
Menn: Mjølnir-SÍ
(Klokkuslett er ikki ásett enn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald