Fótbóltur

Van Dijk ársins leikari í Evropa

Sterki verjuleikarin hjá Liverpool varð kosin í samband við Champions League-lutakastið í gjárkvøldið, og hann vann greitt á Messi og Ronaldo. Her er yvirlit yvir allar heiðrarnar.

Virgil Van Dijk - her eftir heiðurin í Onglandi í vár (Mynd: EPA)

Virgil Van Dijk - her eftir heiðurin í Onglandi í vár (Mynd: EPA)

2019-08-30 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð keyptur fyri 75 milliónir pund úr Southampton í januar í fjør. Tá var talan um heimsmet fyri ein verjuleikara. Tað tók ikki langa tíð hjá hálendska miðverjanum at fáa skil á vejrupartinum hjá Liverpool, og farna kappingarár átti hann sín stóra leiklut í, at Liverpool fekk heili 97 stig í Premier League og lyfti Champions League-steypið. Umframt hetta var hann við til at spæla Holland í finaluna í Nations League.

Les eisini: 
Her eru bólkarnir í Champions League

Virgil Van Dijk varð kosin til ársins leikara í Onglandi av leikarunum (PFA Player of the Year), og í gjárkvøldið fekk hann heiðurin sum besti leikari í Evropa. Venjarar hjá liðum, ið luttóku í evropeisku kappingunum hjá UEFA í fjør, umframt 55 evropeisk fjølmiðlafólk, atkvøddu, og 28-ára gamli hálendingurin fekk heili 305 atkvøður - 98 fleiri enn Lionel Messi á 2. plássi. Messi varð kosin til ársins áleypara. Cristiano Ronaldo fekk 74 atkvøður á 3. plássi. Í fjør gjørdist Luka Modric ársins leikari hjá UEFA. 

Hjá kvinnum varð tað Lucy Bronze úr Onglandi, ið spælir við Lyon, ið vann heiðurin. 

[object Object]
(Besti miðvallarin í Europa farna kappingarár - Mynd: EPA)

Ársins málverji hjá monnum varð Allison úr Liverpool. Hálendski Frenkie De Jong, ið farna kappingarár gjørdi tað frálíka væl fyri Ajax, og sum nú spælir fyri Barcelona, varð valdur til besta miðvallara.

UEFA Men's Player of the Year 2018/19: Virgil Van Dijk

UEFA Women's Player of the Year: Lucy Bronze
Goalkeeper of the Season: Alisson Becker
Defender of the Season: Virgil van Dijk
Midfielder of the Season: Frenkie de Jong
Forward of the Season: Lionel Messi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder