Fótbóltur

Vann 5-0 og missir starvið sum venjari

Moreno sleppur ikki at føra Spania til EM. Eftir øllum at døma skal Luis Enrique aftur vera spanskur landsliðsvenjari.

Roberto Moreno stóð á odda fyri Spania í báðum dystunum móti Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Roberto Moreno stóð á odda fyri Spania í báðum dystunum móti Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-19 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska fótbóltssambandið hevur eftir øllum at døma gjørt av, at Luis Enrique aftur skal verða spanskur landsliðsvenjari.

Undan dystinum í Madrid í gjárkvøldið, tá Spania í stórum stíli vann 5-0 á Rumenia, skal venjarin Robert Moreno hava fingið at vita, at hann ikki sleppur at halda fram sum venjari, og harvið standa á odda fyri spanska landsliðnum til EM-kappingina í summar, skriva fleiri spanskir miðlar.

Les eisini: Luis Enrique steðgar sum landsliðsvenjari 

Dysturin gjørdist tí kensluborin fyri unga landsliðsvenjaran, tá hann segði spælarum farvæl. Hann valdi ikki at møta upp til tíðindafundin eftir dystin, sum skilst fyri at sleppa undan at tosa um framtíð sína.

Sum skilst hevur spanska fótbóltssambandið kallað inn til tíðindafundar um middagsleitið, har tað væntandi verður boðað frá, at Luis Enrique aftur verður spanskur landsliðsvenjari. Moreno hevur annars í útgangsstøði sáttmála fram til og við komandi EM-kapping.

Luis Enrique var spanskur tók orlov sum landsliðsvenjari í vár og var ikki við, tá spanska landsliðið vitjaði á Tórsvølli í juni. Í summar fór Enrique so frá sum venjari, og tá kom fram, at orsøkin var at dóttirin, Xana, var álvsrsliga sjúk av krabbameini.

Í september frættist so, at Xana var deyð.

Alt bendir nú á, at Luis Enrique, nú aftur er til reiðar at taka upp venjarastarvið. 

Hoyr Moreno her rósa føroyska liðnum og starvsfelaga sínum eftir dystin millum Føroyar og Spania í summar

[object Object]
Luis Enrique (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder