Klokkan 19.45 spæla Føroyar og Moldova fyrsta dystin í EM-undankappingini, og nú er byrjanaruppstillingin staðfest.
Tað er sum Portalurin - og aðrir miðlar - hava væntað í vikuni:
(4-4-2): Mattias Heðinson Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint Andrasson Olsen, Patrik Johannesen.
23-ára gamli Mattias Lamhauge og Mads Boe Mikkelsen spæla sín fyrsta undankappingardyst frá byrjan. Tveir áleyparar eru - báðir hava skift til íslendsku meistararnar í vetur.
Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum (Mynd: UEFA)
Breiðablik keypti Patrik Johannesen leysan í november fyri umleið eina hálva millión (Mynd: Sverri Egholm)
Á bonkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Heini Vatnsdal, Pætur Petersen, Daniel Johansen, Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney, Gilli Rólantsson Sørensen, Stefan Radosavljevic, Hanus Sørensen, Ári Mohr Jónsson og Páll Andrasson Klettskarð
Andrias Edmundsson er eisini við í Moldova men er ikki á listanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald