B36 hevur júst nú boðað frá, at eftir sjey ára útlegd verður Dan Brimsvík aftur venjari í B36. Og tað verður ikki sum høvuðsungdómsvenjari, sum tað annars upprunaliga var ætlað. 33-ára gamli venjarin hevur skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi til 2023, sum harvið ger hann til til høvuðsvenjara hjá besta mansliðið barndómsfelagsins komandi trý árini.
Dan er longu farin í gongd. Hann hevur sína fyrstu venjing í løtuni, og um níggju dagar skal B36 spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini móti AB.
Eitt ár fyrr enn ætlað
B36 hevur júst avdúkað sín nýggja venjara, og í tí sambandi varð avdúkað, at Dan Brimsvík í eina tíð hevur verið langtríðarætlanin. Jákup á Borg skrivaði undir sáttmála fyri 2021í heyst, men mánadagin endaði samstarvið við ímyndina av felagnum seinastu mongu árini:
- Sum partur av langtíðarætlan felagsins hevur B36 fyrr í heyst samráðst við Dan, og ætlanin var, at hann í 2021 skuldi vera høvuðsungdómsvenjari fyri síðani at taka við sum høvuðsvenjari í 2022. Givnu umstøðurnar gera, at hendan ætlanin nú er framskundað, og Dan tekur í dag við sum høvuðsvenjari. Starvið er fulltíðarstarv.
Formaðurin fegnast:
- Vit eru fegin um, at tað bar til hjá Dan at koma heim til Føroya alt fyri eitt. Og vit eru ikki minni fegin um, at tað soleiðis bar til at framskunda koyriplanin, sum vit annars høvdu lagt, nú Dan skuldi flyta aftur til Føroya, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.
Hvør er Dan Brimsvík?
Nýggi høvuðsvenjarin hjá B36 verður tann yngsti í Betrideildini. Hann hevur ikki spælt á hægsta støði í Føroyum, eins og teir føroyingarnir sum eru venjarar í deildini, men hevur verið í venjarayrkinum leingi, har hann millum annnað hevur gjørt um seg í einum av teimum heilt góðu ungdómsdeildunum í Danmark.
Hann hevur seinastu árini verði í Danmark og nomið sær útbúgving innan ítrótt, umframt at hann hevur virkað sum ungdómsvenjari hjá Hvidovre og Lyngby. 33-ára gamli havnarmaðurin hevur staðið á odda fyri U14-liðnum og síðani U-15 liðnum í Lyngby, sum hevur eina sera vælskipaða ungdómsdeild, og Dan Brimsvík fer góð skoðsmál. Hann hevur eisini tikið A-prógv, og hevur áður virkað sum høvuðsungdómsvenjari í B36. Í 2012 og 2013 vandi hann næstbesta liðið, sum fyrst flutti upp og síðani endaði á fjórða plássi í 1. deild, umframt at hann var venjari hjá steypavinnarunum í U18 í 2012. Dan hevur eisini tvær ferðir staðið á odda fyri Pro Camp fótbóltsskúlanum, ið B36 hevur havt í Gundadali um summarið nøkur av seinastu árunum.
- Eg eri B36’ari, og tí var eingin ivi um, at eitt venjarastarv her var fremsta mál, nú vit flyta aftur til Føroya. Eg havi verið sera spentur upp á nýggju avbjóðingina, og hóast alt hendi heldur brádliga nú, so eri eg til reiðar at átaka mær uppgávuna, sigur Dan Brimsvík, sum kom til landið í gjár, við Facebook-síðuna hjá B36.
Les eisini: Hesin verður nýggjur høvuðsvenjari hjá B36
Fyrrverandi leikarar hjálparvenjarar og danskur málmansvenjari fyribils
B36 boðar eisini frá, at venjaratoymi fyri restina av árinum er sett. Símun Joensen, sum frá 2017-2019 var høvuðsungdómsvenjari og í ár 1. deildarvenjari, verður saman við Róaldi Jakobsen hjálparvenjari. Róaldur hevur ikki fingið spælt í ár orsakað av skaða. Eins og Símun hevur hann nógvar royndir frá hægsta støði í Føroyum og í B36, og teir skulu hjálpa Dan í steypakappingini. Allir í venjaratoyminum sum var undir Jákup á Borg eru givnir í felagnum.
Í løtuni er ein ungur danskur málmansvenjari á veg við flogfarnum. Talan er um Frederik Odd Ingerslev, sum hevur arbeitt saman við Dan í Lyngby og hevur fingist nógv við tað at vera málmansvenjari. Frederik hevur eisini B-prógv sum venjari, og hann verður partur av toyminum restina av 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald