Klokkan 19.45 bresta Føroyar og Svøríki saman á Tórsvølli. Hetta er fimti av tíggju dystum í EM-undankappingini, ið Føroyar luttaka í í ár.
Nakað av óvissa hevur verið um, hvussu Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fóru at seta liðið. Tað hevur tó mest verið um málmansplássið. Síðani týsdagin hevur tað sæð út sum, at Rógvi Baldvinsson fór at avloysa Odmar Færø við síðuna av liðformanninum Atla Gregersen í miðverjuni, at Jóan Símun var aftur sum fremsti áleypari og at miðvøllurin og bakkarnir annars vóru uppá pláss.
Jóan Símun Edmundsson segði í viðtalu við Portalin í gjár, at hann gleddi seg nógv at spæla fyri landsliðið aftur
Nú er greitt, at valið er fallið á tann mest royna málverjan Gunnar Nielsen. Hann hevur verið fyrsti málverji alla tíðina undir Lars og Jóannes, men var ikki við seinast vegna brotna hond, og hevur síðani hann kom aftur sitið á bonkinum hjá FH. Nú fær hann sín fyrsta dyst á høgum støði í næstan fýra mánaðir. Teitur Matras Gestsson vardi málið móti Noreg og Spania og er sera sterkur í spælinum við beininum, og Kristian Joensen hevur staðið frálíka væl fyri KÍ seinastu tíðina. Hesir hava givið Gunnari tætta kapping. Hetta váttaði Lars Olsen til tíðindafundin í gjár - tá var avgerðin ikki tikin
Teir tríggir málverjarnir í føroyska hópinum hava trýst hvønn annan - hetta hevur verið merkt til venjingarnar, segði Atli Gregersen í gjár, ið eisini var inni á júst týdninginum at halda málið reint (Mynd: Sverri Egholm)
Gilli Rólantsson hevur seinastu átta dystirnar støðugt verið besti leikarin hjá Føroyum - síðani tvøramaðurin kom á høgra bakk. Hann skoraði fyri Brann í vikuskifitnum, men fekk tíverri eitt ógvusligt spark beint við eyga smáar tíggju minuttir fyri tíð og noyddist at verða skiftur út. Hann hevur tó vant fyri tað mesta í vikuni, men í gjár vóru onkrar ábendingar um, at skaðin órógvaði heldur nógv. Nú er greitt, at tað stendur so illa til, at Gilli als ikki fær verið við í hópinum og fer heim til Norra.
Gilli Rólantsson er ikki við í kvøld. Klæmint Andrasson Olsen, ið spældi móti Spania (skoraði tá) og Noreg seinast, er á bonkinum. Rógvi Baldvinsson, sum skoraði móti Svøríki seinast, byrjar inni í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hevur ført við sær, at plássi fer til Hørð Askham. Hann var nakrar ferðir á landsliðnum í 2017 og er nú aftur og spælir í kvøld sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum. Seinastu tíðina hevur sterki 25-ára gamli leikarin spælt á høgra bakki hjá HB; annars røkir hann vanliga sentral pláss - mest í miðverjuni. Nú fær Hørður seg av álvara royndan.
Føroyska liðið móti Svøríki (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson
Á bonkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og
Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. Vit dagføra støðuna á forsíðu okkara. Eisini hava vit myndir og dystarfrásøgn og viðmerkingar eftir dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald