Fótbóltur

Video: - Gleði meg at spæla fyri Føroyar aftur

- Eg havi eina góða kenslu av, at vit fara at skora, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið er við aftur á landsliðnum eftir skaðasteðg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-09-04 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. oktober í fjør spældi Jóan Símun Edmunsson sín landsdyst nummar 50. Hetta var í 1-1 javnleikinum móti Kosovo í Nations League á Tórsvølli. Tá fór Jóan Símun Edmundsson út við skaða, og síðani hevur hann ikki spælt á landsdystinum.

Undan fyrsta EM-undankappingardystinum á Malta argaði knæðið, men í morgin kann 28-ára gamli Jóan Símun Edmundsson úr Arminia Bielefeld endliga spæla aftur fyri Føroyar, og hann sigur, at hann er væl fyri.

Lars Olsen segði á tíðindafundinum á middegi, at tað at Jóan Símun er aftur, hevur stóran týdning fyri liðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder