Í 2001 skifti hann úr West Ham til Chelsea, og Frank Lampard gjørdist ein veurlig Chelsea legenda. Hann er mesta skorandi leikarin í søguni hjá Chelsea við 211 málum, og Lampard vann Premier League tríggjar ferðir, FA Cup fýra ferðir, League Cup tvær ferðir, og Europa League og Champions League eina ferð. Lampard umboðaði enska landsliðið 106 ferðir, har tað gjørdst til 29 mál.
Eftir at hann endaði sína yrkisleið sum leikari í New York í 2016, gingu tvey ár til Lampard av álvara aftur var í fótbóltsheiminum. Seinasta árið hevur nú 41-ára gamli maðurin staðið á odda fyri Derby County. Hann var nær við at føra liðið uppaftur í Premier League, men Aston Villa vann Playoff-finaluna 2-1.
Frank Lampard vitjaði í fjør á Stamford Bridge við Derby - hann tekur nú yvir fyri Maurizio Sarri (Mynd: EPA)
Maurizio Sarri fór úr Chelsea til Juventus kortum, og so vóru boð eftir Lampard í sínum gamla felagið. Eftir gitningar í eina tíð er tað nú í morgun váttað. 25. juni gav Derby Chelsea loyvi at samráðast við Lampard, ið nú hevur gjørt trý-ára sáttmála. Hann er 12. høvuðsvenjari í felagnum í tíðini hjá Roman Abramovich.
Chelsa boðar frá, at hetta er rætta tíðin hjá Frank Lampard at venda aftur til felagið, og nýggi venjarin segði í morgun, at hann er ógvuliga stoltur av at verða settur í starvið hjá felagnum, ið hann elskar. Chelsea endaði í fjør nummar trý í Premier League og vann Europa League. Felagið hevur ikki loyvi at keypa leikarar í løtuni.
Fótbóltur
Váttað: Lampard skal standa á odda fyri Chelsea
Fyrrverandi miðvallarin er nýggur høvuðsvernjari í London-felagnum.
Frank Lampard var liðformaður í Champions League-finaluni í München í 2012, tá Chelsea lyfti stóra steypið - Mynd: EPA
2019-07-04 10:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald