
Í gjár varð hann til læknakanning, og í morgun hevur Liverpool kunngjørt, at Takumi Minamino er nýggjur leikari í felagnum.
Minamino hevur í heyst gjørt vart við seg í Champions League. Millum annað við at skora á Anfield og við avrikinum móti Liverpool í farnu viku. Nú skal hann spæla fyri greiða oddaliðið í Premier League og Champions League-meistararnar. 24-ára gamli leikarin sigur, at hetta er ein dreymur, ið er gingin úr hjá honum.
Lági prísurin kemst av einum klasuli í sáttmálanum hjá Minamino, og Liverpool byrjaði av álvara samráðingarnar í seinastu viku. Í gjár vann Liverpool 2-1 í hálvfinaluni í HM fyri lið í Katar. Minamino verður tøkur frá 1. januar av, og kann fáa sína debut móti Sheffield United 2. januar. Hann er fyrsti japanski leikarin í felagnum og skal spæla við nummar 18 á rygginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald