Nú nærkast til dystin móti krútsterka spanska liðnum á Tórsvølli. Tjóðaleikvøllurin verður fullur, og Føroyar skulu royna at standa ímóti spanska týstinum og góðskuni.
Les eisini: Ein av heilt stóru uppgávunum
Nú smáir fýra tímar eru til dyst, so er eisini greitt, hvussu Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava valt at blanda kortini:
Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Heini Vatnsdal, Árni Frederiksberg - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen.
Talan er um fyrsta undankappingardyst frá byrjan hjá Teiti Gestssyni og Árna Frediksberg. Talan er um tveir, ið hava verið profilar í Betrideildini og sum nú sleppa av álvara at royna seg. Heini Vatnsdal byrjar annan dystin á rað inni á verjukenda miðvøllinum; hann noyddist tó út við skaða tíðliga í dystinum í Rumenia. Toppskjúttin í Betrideildini skal royna at fáa sítt fyrsta landsliðsmál móti De Gea, Ramos og co. René Shaki Joensen byrjar á bonkinum, eftir at hann hevur verið ivasamur í vikuni.
Á bonkinum frá byrjan: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.
Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Vit hava myndir frá dystinum, og eftir hann taka vit samanum og fáa viðmerkingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald