Fótbóltur

VB og StÍF stríðast um fjórðingsfinalupláss í kvøld

Hjá vágskvinnum er nóg mikið við javnleiki í avgerandi dystinum á heimavølli. Gestirnir av Skálafjørðinum skulu vinna. Dysturin í VB-høllini byrjar klokkan 20 og kann stroymast á live.hsf.fo.

StÍF gjørdist føroyameistari fyri tveimum árum síðani. Í kvøld spæla tær av Skálafjørðinum um at koma víðari til fjórðingsfinaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

StÍF gjørdist føroyameistari fyri tveimum árum síðani. Í kvøld spæla tær av Skálafjørðinum um at koma víðari til fjórðingsfinaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-05 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini er á skránni í kvøld, og er hann beinleiðis avgerandi um síðsta plássið í endaspælinum. Hetta er allarseinasti dysturin í grundspælinum, og StÍF og VB skulu spæla um rættin at spæla fjórðingsfinalu 

Tað er lítið, ið bendir á, at annað av hesum liðunum kann gera nakað við Neistan á útivølli í fjórðingsfinaluni í næstu viku. Neistakvinnur hava 30 stig fyri 21 dystir - VB kann í mesta lagi koma upp á átta stig og StÍF á sjey stig. Hesi liðini hava tað mesta av árinum ligið í einum bólki fyri seg saman við EB, ið endar kappingina við seks stigum.

StÍF tapti fyri júst EB leygardagin, og var tað ein lítil smeitur fyri stranda- og skálakvinnur. Hetta tí at VB er eitt stig frammanfyri og harvið hevur ein lítlan fyrimun undan dystinum í kvøld. Vágskvinnur hava - umframt heimavøllin - møguleikan at spæla javnt og framvegis koma víðari. 

[object Object]Durita Krosslá Hjelm og hinar hjá VB spæla seg víðari til fjórðingsfinalu, um tær ikki tapa fyri Neistanum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tað endaði júst við javnleiki, tá liðini spældu í Vági 1. oktober. StÍF vann, tá liðini spældu á Skála stutt fyri jól. 

Lagt er upp til eina spennandi uppgerð í VB-høllini. Hóast vinnarin á pappírinum hevur stórvegis møguleika í einari fjórðingsfinalu, so merkir tað nakað at spæla seg víðari.

SMS-deildin, síðsta umfar
VB-høllin, mikudagin 5. apríl
20.00: VB - H71 

Kappingin um 6. plássið - gevur atgongd til at spæla fjórðingsfinalu móti nr. 3 (Neistanum)
6. VB 6 stig
7. EB 6 stig
8. StÍF 5 stig

Stroyming: live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder