Fótbóltur

Venjaradebut og botnstríð á Eiði

Kári Reynheim og Hans Jørgen Djurhuus standa á fyrsta sinni á odda fyri ÍF, ið spælir umráðandi dyst móti EB/Streymi í kvøld.

ÍF er í løtuni undir strikuni saman við AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

ÍF er í løtuni undir strikuni saman við AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-29 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingið illa í hond hjá ÍF í ár. Uppflytararnir fingu nakrar royndar leikarar til, men úrtøkan í Betrideildini er bert eitt stig, og í steypakappingini reyk ÍF út ímóti B71 úr 1.deild. Hetta kostaði Hegga Samuelsen venjarastarvið, og nú eru nýggir venjarar í Fløtugerði. ÍF kunngjørdi í gjárkvøldið, at Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim eru nýggja venjaratoymið , og at teir eru líkastillaðir. 

Fyrsta uppgávan hjá venjaratoyminum er í kvøld í Hòlmanum. EB/Streymur hevði 0 stig fyri fýra dystir, og reyk út av steypakappingini áðrenn AB fekk oyruni í maskinuna á Eiði í 5. umfari. Við trimum stigum í skjáttini fór EB/Streymur til Skála, og tvífaldaði stigatalið við at yvirraskandi basa liðnum ið liggur nummar tvey í Betrideilini. 

Heimaliðið er í favorittleiklutinum í kvøld. Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur víst gott spæl seinastu dystirnar og veruliga stríðsanda alt árið. ÍF kemur til uppgávuna við stórum tørvi á stigi. Fimm stig eru til 8. plássi (strikuna) og júst EB/Streym. Miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen sleyt aftur krossbandið í seinasta dysti móti NSÍ, og ein annar klaskvíkingur, Henry Heinesen, er eisini langtíðarskaddur.

Hans Jørgen og Kári hava eina stóra uppgávu fyri framman í Fuglafirði, og lagt er upp til spennandi fyrsta dyst, ið kann fáa stóran týdning fyri botnstríðið. Hjá ÍF snýr tað seg um at nærkast; hjá EB/Streymi um at byggja á góðu gongdina og draga frá. 

Fyrsta bríksl í Hólmanum er klokkan 19. Vit dagføra beinleiðis støðuna á forsíðu okkara og taka samanum eftir dystin. Rás1 hjá Televarpinum vísur dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder