Venjaraleiðin er fyri kvinnur, sum hava hug og hegni til at fara undir venjaraútbúgving og á tann hátt vera við til at hækka støðið í føroyskum fótbólti, skrivar FSF á heimasíðuna.
Talan er um eitt skeið, har luttakararnir taka B2 og B3 í eini serligari tilgongd, sum er ætlað kvinnuligum venjarum.
– Seinastu árini hava heilt nógvar kvinnur tikið B1 venjaraskeið, men lutfalsliga fáar fara víðari í venjaraútbúgvingini. Við hesum átakinum vóna vit at fáa fleiri kvinnur ígjøgnum B2 og B3, og eftir hetta eru tær klárar at fara undir B4, sum endar við einum UEFA B-prógvi, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri, sambært heimasíðuni hjá FSF.
– Av royndum vita vit, at nógvar kvinnur hava alt, sum skal til fyri at gerast ein góður venjari, men samstundis eru tað lutfalsliga fáar, sum taka lut á venjaraskeiðunum hjá okkum. Við at skipa tað eftir hesum leistinum vóna vit at fáa enn fleiri dugnaligar kvinnuligar venjarar afturat teimum, sum eru komnar ígjøgnum, sigur hann.
Pláss er fyri 20 luttakarum á Venjaraleiðini, og freistin at søkja er 15. januar.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald