Fótbóltur

Venjarin hjá Viljormi uppsagdur

Vejle skal hava nýggjan høvuðsvenjara - Carit Falch fekk bert fimm dystir í sessinum. Vejle er aftast í Superliguni við einum stigi.

Viljormur Davidsen, her í landsdysti á Tórsvølli, hevur fingið fulla spælitíð í teimum seinastu fýra dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen, her í landsdysti á Tórsvølli, hevur fingið fulla spælitíð í teimum seinastu fýra dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-17 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vejle Boldklub hevur ikki fingið nakra góða byrjan uppá kappingarári. Í 3. umfari spældi liðið 2-2 javnleik móti meistarunum úr Brøndby, men annars er einki stig komið á kontuna.

Venjarin Carit Falch hevur valt at nýtta Viljorm Davidsen frá byrjan í teimum seinastu fýra dystunum, har 30-ára gamli landsliðsbakkurin hevur spælt 90 minuttir hvørja ferð. Seinast í gjárkvøldið á heimavølli, har AaB vann 1-0.

Nú er greitt at maðurin úr Saltangará við júst 50 skrásettum A-landsdystum skal hava nýggjan venjara. Velja hevur í dag boðað frá, at samstarvið við Falch er komið at endað: Vejle Boldklub og Carit Falch varð ikki tann sameinginin, ið felagið hevði væntað og vónað, tá sáttmálin varð gjørdur í juni, og tí hevur 44-ára gamli fyrrverandi Lyngby-venjarin fingið sekkin.

Danskir miðlar skriva, at tað er óvist, hvør fer at taka yvir í Nørreskoven. Næsta dyst, ið verður í Farum sunnudagin, hava hjálparvenjararnir Frederik Birk og Steffen Kielstrup og tekniski stjórin, Johan Sandahl, ábyrgdina.

Andras Gango varð settur í starv sum málmansvenjari hjá Vejle í summar. Óvist er, hvørja ávirkan uppsøgnin í dag fær fyri hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder