Annað

Venjingarmiðstøð latin upp við Margáir

Almenn móttøka var í felagshúsinum við Margáir í gjár. Burn Fitness er latið upp.

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jákup Suni Berg, stjóri í Burn, og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini (Mynd: Sunda.fo)

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jákup Suni Berg, stjóri í Burn, og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini (Mynd: Sunda.fo)

2022-07-15 07:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár var almenn móttøka í niðaru hæddini í felagshúsinum við Margáir í Streymnesi. Hetta var í sambandi við at Burn Fitness letur nýggja venjingarmiðstøð upp, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, segði nøkur orð og høvið var at síggja sera góðu umstøðurnar, ið hava verið kallaðar tær bestu í landinum. Eisini var møguleiki at tekna sær hald. Afturat Burn Fitness verður fysioterapi klinikk hjá NB Fysioterapi eisini í nýggju hølunum.

Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. Tað er eitt ár síðani at Sunda kommunu bjóðaði arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøð við Margáir út alment. Avtala varð gjørd við Burn um at taka sær av rakstrinum og Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at gera hølini klár.

Tíðarætlanin og avtalan, um at hølini skulu vera klár og tilboðið lata upp á sumri í 2022 hevur hildið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder