Hondbóltur

Vera nakað omanfyri 1.000 áskoðarar á Hálsi í morgin

Eini 300 atgongumerki eru eftir til dystin millum Føroyar og Svøríki í EM-undankappingini.

Føroysku kvinnurnar jagstra EM-pláss og hava stóra uppgávu móti Svøríki í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar jagstra EM-pláss og hava stóra uppgávu móti Svøríki í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-02 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava eina stóra uppgávu fyri framman móti sterka svenska oddaliðnum í bólkinum í annaðkvøld. 

Øll mál kunnu telja, um vit skulu hyggja eftir trý'ara rokniskapinum eftir dystin á Íslandi. Hvat júst skal til, verða vit klókari uppá eftir dystin í morgin.

Sí eisini: 
Pernille: - Errin av at vit nú stríðast um pláss í endaspælinum
Súna: -7 ímóti-6 og heimaáskoðararnir kunnu verða lykilin
Maria Nólsoy hevur brotið fingurin

Stuðul er kærkomin til dystin móti svensku stórfavorittunum, og Hondbóltssamband Føroya hevur selt heilt fitt av atgongumerkjum.

Fyri løtu síðani fingu vit upplýst, at umleið 300 atgongumerki eru eftir til dystin. Hetta merkir, at tað sum nú er umleið 1.200 áskoðarar á Hálsi í annaðkvøld. Dysturin byrjar klokkan 19. 

[object Object]

Til dystin móti Luksemborg fyrst í síðsta mánaða vóru umleið 1.100 áskoðarar á Hálsi.

[object Object]Savnsmynd: Sverri Egholm

Sí eisini: Myndir: Á bláa hallargólvinum áðrenn stóra dystin móti Svøríki

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
5. umfar, í morgin mikudagin 3. apríl
19.00: Føroyar - Svøríki

Atgongumerki

Støðan: 
1. Svøríki 8 stig *
2. Føroyar 4 stig
3. Ísland 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

*Víðari

Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder