Hondbóltur

Video: - Errin av at vit nú stríðast um pláss í endaspæli

Pernille Brandenborg hevði "underdog-leiklutin" í bestu donsku deildini í síðstu viku - nú snýr tað seg um landsliðið, sum skal "ansa eftir bóltinum" næstu dagarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-02 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon er kvinnan við flest A-landsdystum fyri Føroyar. Uppvaksin í Danmark men hevur føroyska mammu og skilut fullvæl føroyskt.

Tá vit tosaðu við Pernille Brandenborg við Streymin í gjár, varð hon stutt frammanundan lend í Vágum. Strikuspælarin hevði ikki sovið nógv, tí hon sunnukvøldið (1. páskadag) spældi dyst í danska endaspælinum.

Tað var í Midtjútlandi, og síðani gekk leiðin hjá Pernille og liðfeløgunum aftur til Keypmannahavnar -  hetta við tveimum virðismiklum stigum í viðførinum.

Sí eisini: Pernille hevur nú spælt flest A-landsdystir

København Håndbold vann heilt óvæntað á Ikast Håndbold, og Pernille Brandenborg sigur smílandi við Portalin, at hon nú er von við "underdog-leiklutin", og at hetta kemur væl við áðrenn Svøríki-dystin.

- Vit skulu ansa væl eftir bóltinum móti teimum mikukvøldið, so tær ikki sleppa avstað í kontraspælinum. Svøríki kemur eisini við nógvum fysikki, sum vit skulu møta.

Soleiðis lýsir lyklaspælarin í álopi og verju dystarætlanina til heimadystin mikukvøldið klokkan 19, har yvir 1.000 áskoðarar vera til staðar.

[object Object]

Pernille staðfestir eisini, at hon er errin av, at Føroyar eru í støðu, at man kann spæla seg til eitt endaspæl áðrenn seinastu dystirnar: Liðið hevur flutt seg.

Sí eisini: 
Myndir: Savnaðar við Streymin - Svøríki fyri framman
Súna: -7 ímóti-6 og heimaáskoðararnir kunnu verða lykilin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder