- Tað er umráðandi at allatíðina royna at taka fet víðari á sínari hondbóltsleið (…) ferðin og fysikkurin í bestu donsku deildini er høgur, og tað gevur nógv at spæla móti hesum sterku spælarunum; eisini tá man skal standa í landsdystum sum móti Svøríki nú
Sí eisini: Súna heldur fram í bestu donsku deildini
Nú 24-ára gamla Súna Krossteig Hansen er ein av teimum royndu á A-landsliðnum, sum í hesari vikuni skal royna at spæla seg til EM-endaspælið í desember.
Mikudagin er Svøríki á skránni á Hálsi. Føroyar taptu stórt í Svøríki í oktober, men við 7 ímóti 6 spæli, einum liði sum nú er betri fyri og stuðlinum á heimavølli, trýr Súna uppá tættari dyst hesaferð.
Súna í gjøgnumbroti í dagsins venjing, har U18-menninir vóru sparringspartnarar (Mynd: Sverri Egholm)
Hvørt mál kann telja í trý’ara rokniskapinum. Kviki bakspælarin úr høvuðsstaðnum hevur góðar vónir og er eisini glað fyri sítt skifti.
Í síðsta mánaði varð kunngjørt, at Súna Krossteig Hansen heldur fram í bestu donsku deildini, hóast Ajax København flytir niður Hon skal spæla fyri Skanderborg, sum hevur høg mál og góðar umstøður. Føroyingar hava verið í felagnum áður.
Hoyr Súnu seta orð á hetta ovast í greinini - sí myndir frá venjingini í dag her:
Sí eisini: Myndir: Savnaðar við Streymin - Svøríki fyri framman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald