
Skála brynjar seg til tilveruna í Betrideildini. Í síðstu viku varð skiftið hjá Ragnari Skála frá niðurflytarunum AB til uppflytararnar kunngjørt, og seinnapartin hevur felagið kunngjørt ein umráðandi sáttmála.
Talan er um miðverjan Jákup Jakobsen. 31-ára gamli skálamaðurin spældi 26 av teimum 27 dystunum fyri Skála í 1. deild í fjør.
Samanlagt hevur Jákup spælt 187 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer. Teir flestu hava verið á Skála, men í 2020 og 2021 umboðaði Jákup Jakobsen NSÍ.
- Okkara egni Jákup Jakobsen er júst vorðin 31 og er ein av veteranunum á Skála liðnum. Jákup var liðskipari og eisini ein umráðandi stýrimaður í verjuni hjá okkum farna kappingarár. Vit gleðast tí almikið um at Jákup eisini verður partur av Skála ÍF í Betri deildini í 2024, skrivar Skála á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald