
Tveir dystir verða leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld.
Í SMS-deildini kann VÍF økja um munin - Neistin skal royna at at koma tættari uppá vestmannakvinnur og grannarnar. Fyri tveimum mánaðum seinnivann VÍF 25-20, tá Neistin vitjaði í Vestmanna. Ingi Olsen og Agnar Joensen eru aftur á bonkinum hjá VÍF sum venjarar, eftir at Dia Midjord hevur endað samstarvið við VÍF.
Les eisini: Venjaraskifti í VÍF
Í Okkara deidlini er eisini talan um týdningarmiklan dyst í oddinum. Neistin og VÍF hava bæði 12 stig og stríðast fyri at yvirhála StÍF. Liðini spældu javnleik í Vestmanna fyrst í oktober, og nógv bendir á, at tað verður ein tøtt uppgerð í kvøld.
SMS deildin
(18.30): Neistin - VÍF
Støðan:
Kyndil 16 stig (10 dystir)
VÍF 16 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
H71 14 stig (10 dystir)
Stjørnan 8 stig (9 dystir)
StÍF 4 stig (10 dystir)
VB 0 stig (10 dystir)
Okkara deildin
(20.00): Neistin - VÍF
Støðan:
H71 18 stig (10 dystir)
StÍF 13 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
VÍF 12 stig (9 dystir)
KÍF 9 stig (10 dystir)
Kyndil 6 stig (10 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (10 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald