
Kavi hevur forðað VFF Cup og venjingunum hjá feløgunum at koyra sum vant. Nú byrjar tað tó at gerast munandi betri, og í gjár var ein venjingardystur í Gundadali. Har vann HB greitt i grannauppgerðini
Ein annar dystur skuldi verða leiktur í gjár. Hann var ímillum EB/Streym og Skála, ið upprunaliga skuldu spæla í vikuskiftinum. Men nógvi kavin darvaði í báðum førum.
(Vøllurin varð ruddaður á Skála í gjár - Mynd: Skála IF)
Í gjárkvøldið varð vøllurin á Skála ruddaður, so tað er spælandi har í kvøld. Skála hevur sjey stig fyri tríggar dystir í kappingini og kann koma uppá javnt við HB við einum sigri í kvøld.
Fyrsta bríksl undir Mýruhjalla er klokkan 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald