Fótbóltur

VFF Cup: Spælt verður í Klaksvík og á Skála

Veðrið er ikki tað besta, so tríggir dystir eru fluttir til í morgin.

KÍ og Vìkingur spæla í Klaksvík
(Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og Vìkingur spæla í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-09 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

5. umfari í VFF Cup er á skránni um vikuskifti. Hetta er næstseinasta umfar í kappingini hjá Venjarafelagnum. Allir dystirnir skuldu leikast í dag, men meira enn helvtin er flutt orsakað av veðrinum.

Í Runavík, Fuglafirði og á Eiði verður ikki leikt fyrrenn í morgin. Í Klaksvík og Skála er tó spælandi, hóast líkindini als ikki eru frálík. 

Víkingur vitjar við Djúpumýru. Talan eru um tvey lið, ið ikki hava so góð úrslit í kappingini. Víkingur hevur vunnið ein dyst, tað var á heimavølli ímóti TB. Víkingur er einasta liðið, ið hevur tikið stig frá Skála (1-1 javnleikur) og annars hava víkingarnir tapt á heimavølli ímóti AB og í Gundadali ímóti B36. KÍ hevur 2 stig fryi 3 dystir: Javnleikur í Fuglafirði og í Gundadali ímóti HB og tap á heimavølli fyri Skála.

Skála kann leggja seg á odda í kappingini við sigri á B36, sum í dag er á vitjan. Um Skála fær stig, hevur liðið tryggjað sær finalupláss komandi vikuskifti. B36 hevur 6 stig fyri 4 dystir - tveir sigrar og tvey tap. 

Les eisini: Skála setti EB/Streym uppá pláss

12.00: KÍ - Víkingur 
13.00: Skála - B36

Í morgin: 
EB/Streymur - HB
ÍF - AB
NSÍ - TB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder