Venjarafelag Felag Føroya hevur nú kunngjørt, hvør ársins venjari 2019, kosin av limum teirra, er.
Valið fall á Jákup á Borg úr B36. Hann fekk 50 prosent av atkvøðunum, meðan Mikkjal Thomassen fekk 30 prosent.
Formaðurin í VFF, Frankie Jensen handar Jákupi steypið - Mynd: Venjara Felag Føroya)
Hesir báðir kappast í løtuni um FM, og í dag fer endaspurturin av álvara í gongd. Nógv bendir á, at ein finala verður ímillum B36 og KÍ í seinasta umfari.
VFF boðar frá, at hetta ikki skal vera avgerandi fyri, hvør fær heiðurin. Felagið hevur valt at hava atkvøðugreiðslu, áðrenn kappingin er avgjørd. Hetta fyri at seinasti dystur ikki skal gerast avgerandi fyri, hvør verður valdur sum ársins venjari, men at tað heldur er ein heildarmeting fyri árið, skrivar Venjara Felag Føroya á Facebook-síðu sínari.
Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó er tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin sum fekk silvur, ið bleiv valdur sum ársins venjara. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.
Ársins venjarar síðan 2011:
2011: John Petersen & Mikkjal Thomassen (B36)
2012: Flemming Christensen (ÍF)
2013: Albert Ellefsen (ÍF)
2014: Sámal Erik Hentze (B36)
2015: Eyðun Klakstein (B36)
2016: Sámal Erik Hentze (Víkingur)
2017: Sámal Erik Hentze (Víkingur)
2018: Heimir Guðjónsson (HB)
2019: Jákup á Borg B36)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald