Í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnum hittust KÍF og SÍ. Hetta skuldi vísa seg at gerast ein langur, men ógvuliga spennandi og góður flogbóltsdystur.
Eftir tvey sett stóð 1-1, har bæði liðini høvdu vunnið hvør sítt sett 26-24. Leikararnir stríddust fyri hvørjum bólti, og talan var um gott spæl.
Í triðja setti vóru sørvágskvinnur omaná og vunnu 25-18. Men KÍF vildi ikki leggja seg so og vann fjórða sett greitt og syrgdu harvið fyri, at eitt fimta sett skuldi til fyri at finna finalistin.
Í seinasta settinum var SÍ tó omaná. KÍF kom frá 10-5 til 10-8, men so trektu tær í bláum frá aftur og vunnu 15-10. SÍ er havið í finaluni eftir ein tættan dyst.
SÍ - KÍF 3-2
26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10
Av tí at eitt fimta sett skuldi til, so er seinna mansfinalan ímillum Fleyr og ÍF nakað forsinkað. Dysturin byrjar so skjótt, sum leikararnir eru ordiliga upphitaðir. Hann kann síggjast á heimasíðuni hjá KVF. Fyrr í dag vann Mjølnir 3-1 á SÍ í fyrru hálvfinaluni hjá monnum.
Annað
SÍ viðari til finaluna eftir fimm-settara
Eftir ein sera spennandi dyst koppaði tað til sørvágskvinnur.
SÍ var omaná ímóti KÍF eftir sera tættan dyst (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
2019-02-16 17:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald