Eftir greiða tapið fyri Ísrael viðurkennur Jákup Biskopstø Andreasen, at tað sær ikki so pent út, og at fýra mál inn á heimavølli er ov nógv. 23-ára gamli KÍ-liðformaðurin, sum í kvøld byrjaði inni á miðvøllinum, heldur, at tað býr meira í liðnum.
- Eg haldi, at vit hava gott mót til næsta dyst, og vit mugu bara uppaftur á hestin aftur; tað eru bara tveir dagar til dystin móti Danmark, og tá verður Tórsvøllur vónandi skítfullir.
- Vit eru menn nokk at siga, at hetta ikki var gott nokk, og tað má eitt annað úttrykk til næsta dyst; vit skulu vera meira aggresivur og standa meira saman á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald